Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í vikuni varð framt enn eitt stig á leiðini til eina grønari Havn, tá vesturbýurin varð knýttur uppí skipanina við avlopshita frá Sundsverkinum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt langtíðarætlanir fyri arbeiðið á orku- og umhvørvisøkinum, har serligur dentur verður lagdur á egið virksemi hjá kommununi, hetta tí vit meta, at kommunan eigur at ganga undan.

Talan er um fýra øki, vit leggja serligan dent á. Fyri at minka um orkunýtsluna og útlátið leggja bygningar (1) um til fjarhita ella varandi orku, LED, ventilasjón, stýringar og sólkyknuskipanir.

Gøtuljósini (2) verða øll útgjørd við LED-ljósum. Í 2021 vórðu um 900 ljósarmatur skift. Vit seta ferð á at skifta til elbilar (3) og eftir nýggjár koma fyrstu elbussarnir – allir bussarnir skulu vera elbussar í 2027 (4).

Stórar sparingar
Okkara kanningar vísa, at hvørja ferð kommunan brúkar um 10 miljónir krónur at leggja bygningar um til fjarhita ella varandi orku, so minkar útlátið hjá kommununi við millum 4 og 5%.

Verður sama upphædd brúkt til at skifta ljósini um til LED, minkar útlátið við 2%. Og brúka vit 10 miljónir at skifta vanligar bilar um við elbilar, so minkar útlátið við hálvum prosenti.

Hetta at so nógv meira fæst fyri hvørja krónu við at skifta frá oljunýtslu hevur havt við sær, at vit serliga í ár hava lagt dent á at skifta hitaskipanina til kommunalar bygningar frá olju til fjarhita og aðrar grønar hitaloysnir.

Í ár brúka vit 4,5 miljónir at binda 9 kommunalar bygningar í fjarhitanetið. Minkingin í útláti av hesum er um 200 tons árliga, ið svarar til millum 3 og 4% av útlátinum frá bygningunum hjá Tórshavnar kommunu. Umframt hesa sparing vísir tað seg, at rakstrarútreiðslurnar fyri hvønn bygning minka av umleggingini.

Sum flestu vita fata vit nú eisini at gagnnýta heita vatnið í Kollafirði til allar kommunalu bygningarnar, ið liggja við Sjógv. Her verður eisini byrjað í ár. Samstundis fara vit undir at víðka um og gagnnýta sjóhitaskipanina Yviri við Strond, haðan Boðanesheimið fær hita.

Borgarin
Vit hava samstundis herfyri gjørt eina hitaætlan fyri alla kommununa, har borgarar skulu kunna síggja, nær grannalagið kann vænta at fáa tilboð um fjarhita – og um ikki, hvørjar aðrar hitaskipanir tá eru til størstan fyrimun í hvørjum grannalagi sær.

Vit fara í hesum sambandi at skipa fyri orku- og umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri borgarar, vinnulív og undirvísingarstovnar, har tað fer at bera til at kunna seg um øll viðurskifti, ið viðvíkja orku.

Ætlanin er eisini at skipa verkstovur fyri at vita, um tað ber til at skipa netverk millum leiðarar og onnur við ábyrgd av kommunalum stovnum, til tess at virka fyri at minka um orkunýtsluna hjá stovninum og at gera hana grønari.

Vit ganga móti eini sera spennandi og grønari framtíð.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo