Nógvir eldar standast hvørt ár av vanligum gerandisumstøðum. Við eitt sindur av varsemi og hesum einføldu fyrivarnum kanst tú sjálvur fyribyrgja eldskaða í heiminum.
Soleiðis kanst tú fyribyrgja eldsbruna í heiminum Sambært sløkkiliðnum eru alt ov nógvir eldar, sum standast av gerandisfeilum – sum gloymd ljós, tendraðar kókiplátur og óvarsemi við royking. Tekniskir feilur í el-innleggingum og tólum, sum kaffimaskina og vaskimaskina, eru eisini stórar orsøkir til eldskaða í privatum heimum.
Tað góða er, at heimið eisini er tann staður, har tú hevur bestu møguleikarnar at fyribyrgja. Her eru vanligastu orsøkirnar til eld – og hvussu tú kanst forða teimum:
Hevur tú roykvarnarar?
Tryggja teg við dygdargóðum roykvanarum og kannað hesar – javnan
Hevur tú ein eldsløkkjara?
Tryggja tær at hava ein góðan eldsløkkjara í heiminum og fá hann kannaðan – javnan.
Hevur tú brandteppi og lykt?
Hav eitt brandteppi og eina góða lykt á føstum stað.
Livandi ljós
Livandi ljós eru ein av størstu orsøkunum til eld í privatum heimum.
- Gakk aldri frá tendraðum stearinljósum.
- Set livandi ljós við góðari frástøðu frá gardinum, vindeygakarmum og øðrum eldfimum flatum.
- Nýt gjarna LED-stearinljós í staðin – tað er eisini betri fyri inniklimað.
- Set altíð fýrfatsljós á eldfast undirlag.
- Ver varin við blokkljós í bólkum. Ljósini kunnu smelta saman og elva til stórar logar.
Sjónvarp, stereo, el-lutir og battarí
- Ger tað til vana at sløkkja kontaktir til elektronikk, tá tað ikki verður brúkt. Tað minkar
- vandan fyri kortslutningi av torusláttri.
- Nýggjur elektronikkur sløkkir ofta sjálvvirkandi – men við eldri tólum er tað framvegis
- týdningarmikið at sløkkja manuelt.
- Gakk aldri frá tendraðum strúkijarni.
- Turka ikki klæði á elhitapanelum ella ovnum. Hitin kann fáa klæðini at tendra.
- Hav ikki ladarar í sofuni og songini – og lat teir ikki liggja undir dýnum og pútum.
- Nýt bert góðkendar el-lutir!
- Goym avladaði battarí í eldføstur ílati.
Royking
Royk aldri í songini ella aðrastaðni, har tú kanst sovna. Royking í songini er ein av
vanligastu orsøkunum til eld í privatum heimum
Køkslutir og hvítvørur
- Sløkk komfýr og kókiplátur, um tú ikki ert nær við. Eisini tá tú ert í ferð við at matgera.
- Um eldur kemur í eina grýtu við olju ella feitti, so lat aldri vatn á. Brúk heldur eitt lok, eitt randteppi ella aðra sløkkiútgerð, sum ikki inniheldur vatn.
- Lat helst ikki vaskimaskinu, turkitrumlu og uppvaskimaskinu koyra, tá tú svevur ella ikki ert heima. Maskinurnar framleiða nógvan hita, sum kann elva til kortslutning og eld.
- Keyp gjarna køkstól við sjálvvirkandi sløkkifunktión ella set eitt sjálvvirkandi tendri/sløkktur í kontaktina.
Grill
- Lat aldri eldfimar veskur, sum bensin og spritt á grillina.
- Hav altíð eyguni við grillini og sløkk hana, tá farið verður frá henni!
Ger eina rýmingarætlan
Ein lítil logi kann gerast til ein stóran eld á minni enn 30 sekund – og eftir fáum minuttum kann bústaðurin vera eitt eldhav við tjúkkum, svørtum royk.
Ein rýmingarætlan hjálpir tær at koma skjótt út úr bústaðnum – sí viðheftu vegleiðing:
Rýmingarætlan
Eini hús kunnu fyllast við royki upp á fáar minuttir. Tí er tað eitt gott hugskot at hava hugsað frammanundan um, hvussu tú og familjan koma trygt út, um eldur kemur í húsini.
Ger eina tekning við útgongdum
Set kross á eina tekning við allar hurðar, útgongdir og vindeygu, sum kunnu nýtast at koma út.
Far saman við familjuni runt í húsinum og teknið hurðar og vindeygu inn á eina tekning. Prátið um, hvat tit skulu gera, alt eftir hvar eldurin er.
Hvat um vanligu útgongdirnar eru stongdar?
Tað er serliga týdningarmikið at vita, hvat tit skulu gera, um vanligu útgongdirnar – sum trappa, gongd og inngongd – eru stongdar av eldi og royk. Tað er eisini týdningarmikið, at børnini vita, hvussu tey koma út. Greið teimum frá, at tey ikki mugu “goyma seg” fyri eldinum.
Hvussu koma vit út?
- Tá tit gera rýmingarætlanina, skulu tit svara hesum spurningum:
- Skal ein stigi nýtast, og hvar er hann?
- Mugu vit hava lyklar fyri at koma út?
- Eru nakrar útgongdir stongdar? Er t.d. køkstrappan blokerað av køliskápinum?
- Hvar møtast vit uttanfyri húsini?
- Hvussu virkar ætlanin um náttina?
Ger tað til eitt spæl!
Ein stuttligur máti at venja rýmingarætlanina við børnunum er at lata øll í familjuni royna at koma út úr húsunum við bindi fyri eyguni. Lær børnini at krúpa út. Røykurin fer uppeftir – og tað merkir, at tað er mest luft niðri við gólvið, tá eldur er í.
Minnist til at ein skal taka ímóti sløkkiliðnum og kunna tey um:
- Um nakar ikki er komin út
- Hvar eldurin er
- Hvussu sløkkiliðið kemur inn
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



