Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tjóðsavnið: Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri í sambandi við, at ein nýggj bók um føroyska bátin júst er útkomin. Tað er danski arkitekturin Morten Gøthche, sum hevur skrivað bókina “The Faroese Boat. Boatbuilders, craftsmanship, and the use of clinker-built boats in the Faroe Islands, 1830-1975”. Bókin er partur av bókarøðini Ships and boats of the North hjá danska Víkingaskipasavninum í Roskilde. Erland Viberg Joensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetur Føroya, hevur skrivað fororðið. 

Áhugin hjá Morten Gøthche fyri føroyska bátinum byrjaði av álvara í 1975, tá ið hann las til arkitekt og var á námsferð í Føroyum. Hann hevur arbeitt í nógv ár á danska tjóðsavninum og seinni á Víkingaskipasavninum í Roskilde, har hann eisini hevur kannað føroyska bátin. Hann gav bókina “Færøbåden” út í 1985.

Nýggja bókin fevnir um tíðarskeiðið 1830 til 1975 við atliti at tíðini, tá ið Føroyar fóru frá at vera bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag. Høvundurin hevur kannað, hvønn týdning avtøkan av einahandlinum og nýggi klippfiskaídnaðurin høvdu fyri føroyska bátin, og hvørja ávirkan langfaradeksførini og fiskaríið undir Íslandi og Grønlandi høvdu á brúkið og menningina av føroyska bátinum.

Í bókini verður eisini lýst, hvar bátarnir vórðu bygdir, hvagar teir fóru, hvør bygdi teir og um tað ber til at tosa um rættiligar miðdeplar fyri bátasmíð í Føroyum. Við kunnleika til 160 navngivnar bátasmiðir frá tíðarskeiðinum 1800 – 2020 roynir høvundurin eisini at greina innanhýsis skyldskap millum bátasmiðirnar, hvussu frálæruviðurskiftini vóru, hvussu teir settu við, skiftu vitan o.s.fr. 

Fyrilesturin við Morten Gøthche verður í hølunum hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 mikukvøldið 26. apríl kl. 19.30. Framløgan verður á donskum. Tað er ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo