Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mikukvøldið 8. sept kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við SSP Vágar, Sørvágs og Vága kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har tað m.a. verður umrøtt, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu, og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við.

Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.

Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í skúlanum á Giljanesi 8 septembur frá kl. 19:00 til 20:30.

Kaffi og kaka verður eisini bjóðað.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo