Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umhvørvisstovan: Depilin fyri staðsetingarfrøði skipar fyri fyrilestri um brúk av dronum í privata og almenna geiranum. Fyrilesturin verður tann 29. september 2022 frá kl. 16 - 17, á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, á Vestari bryggju 15 í Tórshavn, hølið 511. Tiltakið er alment og er ókeypis. Tilmelding er ikki neyðug.

Andreas Klein Arnbjerg, dronuskipari og kortteknikari á Umhvørvisstovuni, fer at greiða frá um hvussu Umhvørvisstovan arbeiðir við dronumyndum - frá fyrireiking til endaligu myndakortini verða løgd út á foroyakort.fo. Við myndum og video fer hann at vísa dronuna, hvussu hon virkar og um forritini, sum verða nýtt.

##med2##

Emil Nielsen, landmátari hjá J&K Petersen fer at greiða frá um, hvussu J&K Petersen nýta dronur. Fyrsta dronan bleiv keypt tíðliga í 2017. Síðani tá hava tey brúkt dronur til allar størri verkætlanir. Áðrenn ein verkætlan ferð í gongd - til lendismátingar og leypandi ígjøgnum arbeiðið - til at gera nøgdarútrokningar og so framvegis. Dronumyndirnar verða eisini brúktar av leiðsluni á plássunum til yvirlit og planlegging. Byggileiðarar og plássformenn nýta millum annað dronurmyndir til góðskutrygging og eftirlit av arbeiðinum.

##med3##

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo