Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrireikingarnar til stóra jóla dagin í Bø leygardagin 12 desember eru nú í hæddini.

Bíggjarfólk hava verið sera røsk og hjálpsom, og hava tey gjørt nógv burtur so dagurin verður so hugnaligur og Bøur verður ein røtt jólabygd.

Tey fara at bjóða øllum gestunum ókeypis te/kaffi, vaflur og suppu. Eisini hava tey fingið gongd í aftur gomlu mylluna sum fer at mæla bygg og hveiti til mjøl og baka breyð.

Betlehemsfjósið er eisini gjørt klárt til Jesusbarnið, Mariu og Jósef, og hirðarnar.

Alskyns djór eru eisini at finna inni í fjósinum og einglabørnini fara at syngja. Frelsunarherurin kemur at seta sín dám á við teirra eyðkenda hornblástri og nógvur tónleikur verður eisini ymsastaðni í bygdini.

Tað er Tunnilsdagur og somuleiðis ókeypis at sigla við ferjunum hjá Strandferðsluni, so tað liggur væl fyri at fara til Bíggjars at halda jól saman við bíggjarfólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo