

Fýra íslendskir menn í 30-árunum eru í gjár handtiknir av íslendsku løgregluni mistonktir fyri at fyrireika terrorálop.
Tveir av monnunum eru varðhaldsfongslaðir, tann eini í eina viku og hin í tvær vikur.
Teir eru eisini mistonktir fyri umfatandi vápnaframleiðslu við hjálp frá 3D-printarum.
Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi í dag, skrivar íslendska kringvarpið, RUV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo