Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár kunngjørdi Sp/ Esla á teirra Facebook-vanga, at tey hava gjørt av at lata 50 gávukort á kr. 500,- til støk foreldur við børnum, barnafamiljur og eldri borgarar í Suðuroynni, ið hava tað trupult at fáa endarnar at røkka saman, nú kostnaðurin á mestsum øllum vørum er øktur munandi seinastu tíðina.

Eigararnir av Sp/f Esla siga, at tað hevur alstóran týdning fyri tey og teirra fyritøku at kunna hjálpa í nærumhvørvinum, og at hetta kemur serliga til sjóndar um jólini, har ongin eigur at mangla mat.

Í Sp/f Esla eru tey sera heppin og glað um at hava henda møguleikan at kunna hjálpa fleiri fólkum, og í ár er støðan nakað heilt serlig, nú kostnaðarstøðið er hækka munandi á mestsum øllum húsarhaldsvørum. Ynskið er, at hóast økt kostnaðarstøði, skulu øll hava møguleika at eta gott á Jólum.

Og í dag verður kunngjørt á Facebook vanganum hjá Sp/Esla, at felagsskapurin Næstin á Tvøroyri eisini hevur tikið avgerð um at rætta eina hjálpandi hond.

Sp/Esla kunnar í dag um, at í felagsskapinum Næstin eru tey sera glað og takksom um at kunna boða frá, at felagsskapurin Næstin eisini hevur avgjørt at veita jólahjálp. Sostatt verður nú veitt “double-up”. Tvs. at tey, sum søkja um jólahjálp, fáa tvey gávukort á kr. 500,- (tvs. kr. 1.000,- kr. tilsamans), at keypa vøru í Sp/f Esla á Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo