Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Negativu renturnar eru ein avbjóðing hjá fyritøkum sum skulu plasera gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir taka nú allir negavita rentu, tað er eitt sindur ymiskt frá peningastovni til peningastovn, men Betri tekur til dømis 0,75% í rentu frá fyritøkum, sum hava meira enn 250.000 krónur á bók. Og tað er ikki nógv hjá eini fyritøku sum eitt nú hevur nógvar løngjaldingar.

Men tað er okkurt sum bendir á, at negativar rentur eru eitt tvíeggjað svør, tí virkir kunnu heldur ikki draga útreiðslur til negativar rentur frá í roknskapinum, sum annars vanligt er.

Taks hevur spurt seg fyri hjá Fíggjarmálaráðnum, og hagani er svarið, at tá negativar rentur ikki eru ein útreiðsla, sum er neyðug fyri at vinna pening, so kunnu renturnar heldur ikki dragast frá í roknskapinum.

VP hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um hann hevur eina viðmerking til tað støðuna.

Jørgen Niclassen sigur, at hann má kanna málið nærri, áðrenn hann fær givið eitt svar.

- Men tað ljóðar løgið. Um ein fyritøka ikki kann útreiðslubóka negativa rentu, so merkir tað at hon skal rinda skatt av negativari rentu. Og tað gevur ikki meining, sigur Jørgen Niclassen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo