Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

LINDIN: Lindin hevur vitjað í Herning, har Martin Bentsen er prestur í Oasukirkjuni. Hann kemur í næstum til Føroya at luttaka á mansleguni hjá Heimamissiónini.

Byrjanin í lívinum hjá Martin var hørð: vanrøkt, tikin heimanífrá og byrjandi kriminalitetur.

Í ungdómsárunum fór hann at taka stoffir og gjørdist kriminelllur – ein av harða slagnum. Hann gjørdist limur í Bandidos rockarabandanum og livdi eitt lív í luksus við flottum bilum og øllum hugsandi jarðiskar ognir. Samstundis hevur hann verið í 17 ymiskum fongslum og sitið sínar dómar. 

Knappiliga byrjaði hann einaferð at lesa Bíbliuna í fongslinum, og tá byrjaði ein verulig broyting í hansara lívi.

Hann stríddi seg hareftir gjøgnum miðnámsútbúgving og prestalestur (cand. theol.).

Hann er, sum sagt, prestur í Herning í dag, har hann hevur eitt serligt hjarta fyri fólkum á skuggasíðuni av lívinum og vitjar fangar í fongslum – fyriuttan at vera ein vanligur prestur.

Samrøðan við Martin varð send í morgun í morgunsendingini “á Bylgjulongd” og er tøk á poddvarpplatformum, t.d. apple podcasts og spotify. Leita eftir “Martin Bentsen” og “Byljulongd”. 

Ella lurta her: samrodur.transistor.fm/episodes/martin-bentsen-fra-kriminellum-rockara-til-prest

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo