Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)

Mjølnir vann í kvøld tryggan 3-0 sigur á Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini við monnum.

Eitt sindur av spenningi var í fyrsta setti, menn annars var Mjølnir nógv mætari á øllum økjum.

Liðini fylgdust til 18-18 í fyrsta setti, tá Mjølnir sleit seg leyst. Ein avgerandi støða var, tá Mjølnir við “pannukøkubjarging” at enda vann, at síggja til, vónleysa bóltin og gjørdi tað til 21-18, ístaðin fyri at Fleyr minkaði um munin til 20-19. Við blokki gjørdi Jóhan Arni Elisson Wang tað til 25-19.

Jóhan Arni var eisini øgiligur í blokkinum saman við hinum í øðrum setti, og tá Cristian Imhoff  úr kroystum støðum kortini fekk langað bóltarnar í gólvið hjá Fleyr, so tóktist havnarliðið ikki at hava nakað aftursvar.

Mjølnir hevði 8 dystarbóltar í triðja setti; Thorvald Danielsen gjørdi sær dælt av tí fyrsta við einum serviessi oman í krókin.

Seinna FM-finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 29. apríl kl. 17. Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.

Kl. 13  - sama dag og sama stað – spæla kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr sína seinnu FM-finalu. SÍ vann ta fyrru í mikukvøldið, og tað merkir, at vinnur SÍ aftur leygardagin, so eru sørvingar føroyameistarar. Vinnur Fleyr  - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.

Báðir dystirnir verða vístir á Rás1 í Televarpinum og verða stroymdir á sg.tv.fo/ras/

Niels Petersen verður frásøgumaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo