Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti í heimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum.

Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað, orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er talið av skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina øking í stormskaðum.

Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi.

Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 menti Trygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Tryggingin er hin einasta av sínum slagi í Føroyum.

"Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðu lutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp," sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera á einum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturin altíð er stórur.

Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har kappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda – serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar – ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslan væntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt.

Hálvársroknskapurin í stuttum
- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør.
- Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 86,5 mió. kr.
- Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr.
- Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6 % sama tíðarskeið í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo