Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Borgarstjórin í Klaksvík hevur sum formaður í Landsstýrismálanevndini blástemplað ætlanina hjá Henrik Old, og harvið hevur hann mist tað vald hann átti at havt at stríðst saman við vágafólki og norðoyingum!

Soleiðis skrivar Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, á sínum Facebook-profili.

- Marjus og Jóanis hava grein í sínum máli. Ódámligt at sitandi stjórn ikki virðir innsatsin vágafólk og norðoyingar gjørdu fyri at fáa ment infrakervið í landinum. Sambært viðmerkingunum var greitt, at tá ið lánsjgøldini vóru goldin, so skuldi vera frítt at koyra. Nú verður hetta brúkt sum jarnbrot fyri at leggja allar undirsjovartunlar í eitt felag og vit harvið skulu gjalda í "allar ævir".

- Enn einaferð síggja vit vansan við "dupulta politiska lívinum". Borgarstjórin í Klaksvík hevur sum formaður í Landsstýrismálanevndini blástemplað hetta og harvið hevur hann mist tað vald hann átti at havt at stríðst saman við vágafólki og norðoyingum! skrivar Gunvá við Keldu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo