Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Sum býardrongur er tað summar tíðir gott at sleppa sær úr Havnini og út á bygd at uppliva goymd ævintýr.

Soleiðis sigur ungi havnamaðurin Napoleon Smith í einari grein á Local.fo í sambandi við, at hann farna sunnudag fór til Kunoyar bygd at vitja eina vinkonu og foreldur hennara.

Pápi vinkonuna, Jaspur Kruse, eigur eitt lítið sethús omanfyri húsið, sum hann og konan og dóttirin búgva í.

Sethúsið hevur áður verið eitt hoyggjhús, men nú hevur Jaspur sett tað í stand. Hann ger tað klárt til at taka ímóti ferðafólki í summar. Honum restar nú bert at gera sengurnar lidnar.

- Eg havi hoyrt um renoveraða sethúsið og um kreativu ætlanirnar hjá Jaspuri, men eg hevði aldrin dugað at ímyndað mær, at hann hevði gjørt hetta fyrrverandi hoyggjhúsið til eitt hús, sum tú vanliga bara kanst lesa um í ævintýrum, sigur Napoleon Smith.

Les meira og sí myndir frá túrinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo