Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, kom við beinleiðis hóttanum um triðja heimsbardaga, tá hann á sosiala miðlinum Telegram í gjár skrivaði, at tað fór at fáa sera álvarsligar avleiðingar, um vesturheimurin roynir at útnytta kríggið í Ukraina til at leggja trýst á Russland.

- Hetta er sera vandamikið spæl, og skal ikki undirmetast. Ein hóttan ímóti einum kjarnorkuveldi er altíð at telva ímóti deyðanum. Skákmát merkir bara eitt: Dómadag fyri mannaættina, skrivaði fyrrverandi forsetin, stutt eftir at fyrrverandi sovjetiski leiðarin Mikhail Gorbatjov var farin til jarðar.

Hetta er ikki fyrstuferð at russar hótta við kjarnorkukríggi. Í apríl tosaði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, um ein veruligan vanda fyri Triðja Heimsbardaga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo