Fyrrverandi týski kanslarin Gerhard Schröder gevst í nevndini í russiska oljufelagnum Rosneft, har hann leingi hevur verið formaður.
Gerhard Schröder og Vladimir Putin eru bestu vinmenn, og seinastu vikurnar hava nógv funnist at Gerhard Schröder, sum ikki hevur viljað tikið frástøðu frá russisku innrásini í Ukraina.
Eisini fyrrverandi stjórin í eysturtýsku fregnartænastuni, hann eitur Matthias Warnig, er farin úr nevndini í Rosneft, sum framleiðir 40% av allari ráolju í Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo