Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nú hava urtagarðsáhugað og onnur endiliga møguleika at keypa eina føroyska urtagarðsbók um “føroyska urtagarðin”.

Hendan spildurnýggja urtagarðsbókin er ein bók um føroyska urtagarðar. Høvundarnir, sum eru serkøn á urtagarðs- og plantuøkinum, vitja urtagarðar og urtagarðsfólk ymsastaðni í Føroyum – úr Sumba til Svínoyar.

Her verður greitt frá, hvørjar royndir urtagarðseigarar í Føroyum hava við urtagarðsarbeiðnum. Hvussu byrjaðu tey? Hvat hevur riggað, og hvat hevur ikki riggað? Høvdu tey fakfólk at leggja sær lag á?

Umstøðurnar at arbeiða við plantum eru jú ymiskar, alt eftir hvar í Føroyum, tú ert, hvar í lendinum, urtagarðurin liggur – høgt ella lágt? Liggur hann í góðari lívd, ella liggur hann árent fyri veður og vindi? Í slættlendi ella í brattlendi? Spurningarnir eru nógvir, og teir spurningarnar fært tú í flestu førum svaraðar í hesi nýggju urtagarðsbókini.

Eitt, sum vendir aftur og aftur, er týdningurin av at veita plantunum lívd, og í bókini eru uppskotini mong

Sum heild gevur nýggja Urtagarðsbókin innlit í, hvussu tú fert undir at gera ein urtagarð, hvussu tú røkir hann, hvørjar plantur vaksa væl í føroyska veðurlagnum, og hvørjar ikki rigga í Føroyum.

Anette Sonne, urtagarðsfólk og blómudekoratørur, og Búgvi Róin, nýgerðarurtagarðsmaður-/gartnari standa fyri fakliga innihaldinum.

Ingibjørg Jacobsen hevur samskipað arbeiðið, og Forlagið Mallustova gevur út.

Bókin fæst í Bókabúðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo