Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er altíð  hugaligt  at koyra framvið Mýruni í Hoyvík á veg til Havnar. 

Hugaligt at síggja hvussu skjótt og væl tað gongur við byggingini av nýggja sambýlinum til fólk við menningartarni. 

Tað verður ein vakur bygningur, sum fer at liggja væl í lendinum.

Tað er altíð stuttligt at síggja ítøkilig úrslit av arbeiði, ein hevur verið partur av.     

Sum táverandi landstýriskvinna í almannamálum loysti eg fyrsta flagið til sambýlið tann 2. mars 2021.

Eg gleðist um byggingina,  og at alt sær út til at ganga eftir ætlan. 

Bæði tíðarætlan og játtan síggja út til at fara at halda og klárt verður at flyta inn síðst í hesum árinum. 

Hetta eigur landsverkfrøðingurin saman við starvsfólki rós uppiborið fyri. Eisini eigur Tórshavnar kommuna rós uppiborið fyri gott samstarv.

Hetta er byrjanin til eina nýggja tíð.

Sambært Javna, er hetta fyrsta sambýlið nakrantíð, ið vit byggja til fólk við menningartarni í miðstaðarøkinum.

Tá Eirargarður bleiv bygdur fyri meir enn 40 árum síðani, vóru tað danskir myndugleikar, ið stóðu fyri byggingini.

Hetta sæst eisini aftur í langa bíðilistanum eftir bústaði í økinum.

Eg havi tosað við fólk, sum eftir ætlan skulu flyta inn í sambýlið, og eru tey sera spent uppá at flyta inn í eitt spildurnýtt heim í góðar og virðiligar karmar.

Eisini avvarðandi teirra gleðast um sambýlið, sum eftir ætlan skal standa liðugt síðst í hesum árinum.

Fólkaflokkurin er ein socialur flokkur eisini
Nú vit eru á sociala økinum, so kann eg nevna, at umframt Sambýlið á Mýruni í Hoyvík er byggingin byrjað uppá tvey onnur nýggj heim í miðstaðarøkinum undir sitandi borgarligu samgongu.

Eitt bú- og umlættingarheim í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu og eitt sambýlið í Reynstúni, somuleiðis á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Fólkaflokkurin er ein socialur flokkur eisini, og hevur valt at raðfesta sociala økið høgt, og tað fer framhaldandi at verða ein av okkara merkivørum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo