Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Í gjárkvøldiđ varð fyrsta neo-flogfarið í flotanum hjá Atlantic Airways handað flogfelagnum á flogverksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg.

- Vit eru sera fegin og spent, nú fyrsta neo-flogfarið flýgur sín fyrsta túr heim til Føroya seinni í dag. Flogfarið er tað fyrsta av fýra neo-flogførum, sum koma í felagið næstu árini. Vit arbeiða støðugt við at menna okkum, og tí er neyðugt at hava nýggjastu flogførini, nýggjastu tøknina og nýggjastu útgerðina.

- Á hendan hátt kunnu vit støðugt menna bæði rutunet og felagið sum heild fyri áhaldandi at knýta Føroyar nærri umheiminum við kappingarførum prísum til eitt breitt úrval av ferðamálum og við eini framúr góðari tænastu, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

A320 neo-flogfarið er munandi størri samanborið við A319 flogfør, og tekur tað 30 fleiri ferðafólk. Neo-flogførini eru tey mest umhvørvisvinarligu flogførini av sínum slagi; óljóðið frá flogførunum er 50% minni, og tey brúka upp til 20% minni brennievni enn núverandi flogfør.

Sostatt ber til at flúgva longri teinar við fleiri ferðandi, og letur hetta upp fyri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum, samstundis sum hetta gevur størri fleksibilitet. 

Næsta neo-flogfariđ kemur á vári 2020. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024.

Nýggja flogfarið hevur fingið eyðkennisbókstavirnar OY-RCK. Flogfarið væntast í Vágum uml. kl. 15 seinnapartin í dag, fríggjadag.

Frá kl. 15 til kl. 16.30 verður møguleiki hjá almenninginum at sleppa umborð at síggja flogfarið, og Atlantic Airways bjóðar ein kaffimunn og okkurt gott til børnini í Hangarinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo