Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrsta stig av FarGen verkætlanini hevur nú kortlagt ílegurnar hjá 473 føroyingum.

Tað skrivar miðilin Genomeweb sum endurgevur úr vísindaligari grein sum føroyskir granskarar hava skrivað í European Journal of Human Genetics.

Samlaði bólkurin av fólkum sum skulu kannast fevnir um yvir 1500 føroyingar. Umleið ein triðingur er nú gjørdur, og yvir 148.000 frábrigdi vórðu staðfest. Hóast ein stórur partur av frábrigdunum ikki vóru óvanlig, so vórðu 19 frábrigdi funnin, sum eru flokkað sum sjúkuelvandi ella sannlíkt sjúkuelvandi.

- Fyrsta stig av FarGen verkætlanini er eitt týdningarmikið stig á leiðini at kanna ílegurnar hjá føroyingum. Næsta stigið økir um vavið í kanningunum, skriva granskararnir millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo