Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nógv fólk møtti til hátíðarhaldið í Undirvísingarstýrinum mánadagin 31. oktober

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, skrásetti fyrsta stovnin í nýggju skipanini, Kervi+

Nógv fólk møtti til hátíðarhaldið í Undirvísingarstýrinum mánadagin 31. oktober

Nógv fólk møtti til hátíðarhaldið í Undirvísingarstýrinum mánadagin 31. oktober

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, skrásetti fyrsta stovnin í nýggju skipanini, Kervi+

Fyri tveimum árum síðan varð heildarætlanin fyri KT í undirvísingarverkinum løgd fram og handað landsstýrismanninum, Jenisi av Rana.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ábyrgdina at fremja KT-heildarætlanina í verki, og arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við serfrøðingar úr KT-vinnuni, umframt skúlum og útbúgvingarstovnum kring landið.

Nýggja KT skipanin hevur fyrst og fremst til endamáls at verða eitt amboð hjá skúlum og útbúgvingarstovnum at umsita virksemi hjá teimum. Harumframt skal skipanin hjálpa myndugleikum við viðkomandi hagtølum.

Kervi er heitið á verandi lestrarfyrisitingarskipan hjá fólkaskúlanum, og nýggja KT skipanin hevur fingið heitið, Kervi+.

Sambært Móðurmálsorðabókini er eitt kervi millum annað “ein samheild av lutum (…) har ið teir einstøku partarnir eru bundnir hvør at øðrum og virka eftir ávísum reglum…”.

Nýggja KT skipanin hjá undirvísingarverkinum verður bygd í lutum, sum eru bundnir saman og virka eftir ávísum reglum – sum eitt kervi. Gamalt støði er gott at byggja á.

Kervi+ tekur støði í verandi Kervi, sum verður nýtt í fólkaskúlanum, men nýggja skipanin fer somuleiðis at fevna um miðnám og hægri útbúgvingar. Talan er sostatt um størri skipan, ið fevnir um alt undirvísingarverkið í Føroyum.

Í apríl í fjør samtykti Løgtingið at fremja heildarætlanina í verki, og peningur varð settur av á fíggjarlógini.

Í apríl í ár varð farið undir at menna sjálva kt-skipanina, og longu eftir bert hálvum ári, sæst fyrsta ítøkiliga úrslitið av arbeiðinum.

Mánadagin, 31. oktober, kundu myndugleikar fara í holt við at skráseta fyrstu grundupplýsingarnar í skipanini, og í hesum sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu í Undirvísingarstýrinum.

Arbeitt verður víðari við at menna skipanina, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á øllum skúlum og útbúgvingarstovnum í 2025.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, skrásetti fyrsta stovnin í nýggju skipanini, Kervi+

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo