Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett Fríðgerð í Líð sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla. Fríðgerð er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2012.

Fríðgerð hevur síðani starvast sum lærari í Hoyvíkar skúla og á Føroya Fólkaháskúla. Fríðgerð hevur eisini starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Gundadali og hevur verið vikarur í fólkaskúlanum í átta ár.

Fríðgerð er í holt við at taka leiðsluútbúgving í almennari fyrisiting sum sjálvlesandi, og hevur higartil tikið átta skeiðspartar. Fríðgerð er stjóri í egnari fyritøku, har hon umboðar, sniðgevur og selur bundnar vørur við merkinum FíL.

Fríðgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla 1. august 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo