Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

POSTA: Sum tað fyrsta norðurlendska postverkið gevur Posta út kryptofrímerki. Frímerkini verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe.

Nakað heilt serligt
Tað, sum ger Stamps of Maybe forkunnugt, er, at tey brúka blockchain oracle-tøkni, sum í hesum føri eru veðurdátur frá Veðurstovu Føroya. Hesar dátur ávirka, hvussu talgilda myndin fer at síggja út. Tað ger upplivingina fyri savnarar og onnur áhugað serstaka, greiðir Lea Leitisstein Sørensen, verkætlanarleiðari, frá:

- “Tú ognar tær eitt vakurt frímerki, og aftur at tí fært tú eitt slag av váttan um, at tú eigur eina ávísa talgilda mynd. Tá ið tú virkir hana, so er tað føroyska veðrið í júst hesu løtu, sum avger, hvussu serstøk tín mynd er. Sostatt kanst tú halda eyga við sjáldsemi og velja ta røttu løtuna at virkja títt kryptofrímerki á netinum.”

- ”Kryptofrímerkini eru eitt stórt stig fram fyri savnarar og onnur áhugað. Kryptofrímerkini eru tey allarfyrstu av sínum slag. Ein fyrstaútgáva er altíð heilt serlig. Tí síggja vit eisini longu, at áhugin er stórur. Áhugin tykist vera stórur millum føroyingar, frímerkjasavnarar og eisini tey, sum eru áhugað í NFT-list,” sigur Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkjadeildini á Posta.

Heiðrik á Heygum sniðgivið
Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið tey fýra kryptofrímerkini, sum mynda tær fýra árstíðirnar. Hetta ger hann við fýra vøkrum myndakollasjum, ella tyssum, kunnu vit rópa tær, sum mynda hvør sína árstíð. Í hvørjum tyssi eru bæði blómur og annar vøkstur umframt fuglur ella fenaður.

Føroyingar hava altíð verið knýttir at náttúruni og tí tilfeingi, sum náttúran gevur okkum, og tað vísa hesar myndirnar á.

Eitt serligt ár fyri frímerkir frá Posta
Føroysk frímerkir eru kend fyri at vera nýhugsandi, og við hesum serstøku frímerkjum flyta vit tey siðbundnu frímerkini inn í talgilda heimin. Fyrsta NFT-frímerkið kemur út sama ár, sum Posta hátíðarheldur frímerki nr. 1000. Í dag, 2. juni kl. 10.00, byrjar undansølan á StampsofMaybe.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo