Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bústaðir: Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/ Berjabrekku, sum byggivirkið Sp/f Bulur byggir fyri Bústaðir, leigaðar út.

Fyri lendisarbeiðinum stendur Sp/f Plan. Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað íbúðirnar.

Í hesum byggistigi eru 10 íbúðir, har fyrstu leigararnir fluttu inn 1. oktober.

Tilsamans fevnir verkætlanin á Blómubrekku/Berjabrekku um 38 íbúðir, harav tær 12, sum koma at hava innkoyring frá Berjabrekku, verða gjørdar í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata.

Í hesum fyrsta byggistigi, sum er á ovasta partinum móti Blómubrekku, eru fimm bygningar, har tað í hvørjum bygningin eru tvær íbúðir. Talan er um íbúðir á umleið 110 fermetrar í tveimum hæddum, og eru hesar íbúðirnar millum tær størstu, sum Bústaðir hevur.

Næsta byggistig við 12 íbúðum, sum er tann parturin, sum verður gjørdur í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata, verður tikin í brúk í næsta ár.

Seinastu 16 íbúðirnar, sum verða 50-70 fermetrar til støddar, verða lidnar í 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo