Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum er nú komið so væl áleiðis, at streymur varð settur til fýra av myllunum týsdagin 20. oktober.

“Arbeiðið við myllunum, samstarv við veitarar, undirveitarar og avvarðandi myndugleikar hevur gingið væl”, sigur Brian Joensen, deildarleiðari fyri eltøkni hjá SEV og verkætlanarleiðari. “Hóast Korona farsóttin hevði seinkingar við sær í vár og veðrið hevur verið avbjóðandi, hevur tað eydnast at halda tíðarætlanina nøkulunda.”

Royndarkoyring við elframleiðslu inn á netið byrjar fyrst í november, og væntandi verður vindmyllulundin formliga yvirtikin í desember.”

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna í við 4.400 tonsum árliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo