Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sólgerð Andreassen, sum í mong ár hevur undirvíst í náttúru og tøkni, hevur týtt og lagað norsku bókina Gaia til føroysk viðurskifti

Skúlablaðið: Fyrstu síðurnar í nýggja tilfarinum Gaia til 4. flokk eru um koppseting. Greitt verður frá søguni um Edward Jenner, sum brúkti átta ára gamla James Phipps sum royndarkanin og veitti honum koppasmittu fleiri ferðir, meðan hann vaks upp. Edward lærdi nógv av hesari royndini, og ikki kann sigast annað, enn at hendan royndin hevur bjargað nógvum milliónum menniskjum kring allan heimin.

Søgan leggur lunnar undir eitt kjak um etikk, um gransking sum heild og um, hvussu vit menniskju vita tað, vit vita. Evnið er gransking, og miðað verður ímóti, at næmingarnir við Gaia ogna sær ein vísindaligan arbeiðs- og hugsanarhátt. Dentur verður lagdur á at stimbra forvitni, skapa upplivingar og at eggja næmingunum at arbeiða víðari við egnum undranarspurningum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo