Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ítróttarfelagið Frælsi: Í samband við landsinnsavningina hjá hjálparfelagsskapinum Beranum sunnudagin 5. mars 2023, fara vit í Ítróttarfelagnum Frælsi at skipa fyri ”gakk og renn” stuðulstiltaki leygardagin 18. februar 2023 kl. 13.00 í Sørvági.

Vit byrja við einum uppleggi frá Beinir Bergsson um Beran. Hetta verður í kirkjuhúsinum í Sørvági.

Teinarnir gingið og/ella runnið verður, er skipað í 3, 5 og 10 km. Runnið ella gingið verður frá kirkjuni í Sørvági og út eftir Bíggjarvegnum.

Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Beran.

Møguligt er hjá fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum á staðnum, við reiðum peningi ella at gjalda við kort.

Í sjónvarpsendingini sunnudagin 5. mars 2023 verður stuðulin, sum Frælsi hevur savnað, handaður. Fyritøkur sum stuðla, verða nevndar í sendingini.

Aftaná tiltakið bjóða vit kaffi, te, vatn og frukt.

Vónandi møta vit fjølment leygardagin 18. februar kl. 13.00 uttanfyri kirkjuhúsið í Sørvági, at stuðla Beranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo