

BirkBlogg skrivar: Eg sigi bara, ansa eftir hvønn kross tú gongur undir, hvørja samkomu tú gongur í og hvønn prædikumann, tú skiftir orð við, um tíni persónligu viðurskifti, skuldi tørvur verið á tí.
Søk tær heldur aðra hjálp, kanska av verðsligum slag, sum gamaní kostar og helst hevur drúgva bíðitíð, men er professionell og leys av lovsangi og ótamdari peningainnsavnan av pallinum og oman millum stólarekkjurnar.
Ella byrja bara við at lesa Kingosálmin, sum myndin omanfyri leggur upp til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo