Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á seinasta býráðsfundi varð avgjørt at byggja nýtt ellis- og røktarheim til 64 búpláss og 16 atknýttar røktaríbúðir. Nýggja ellis- og røktarheimið kemur ístaðin fyri gamla ellisheimið í W.U Hammershaimbsgøtu, sum varð tikið í brúk í 1935.

Gamla ellisheimið hevur tænt væl og virðiliga fyri seg, og bæði búfólk og starvfólk hava tørv á nýggjum kørmum og hentleikum. Ellisheimið, sum hevur eina heilt serliga sál yvir sær, liggur væl fyri miðskeiðis í býnum, og tí er tað upplagt, at hetta heimið verður gjørt til eldraíbúðir.

Sambært kanning, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt, ynskir 4.  hvør borgari í Tórshavnar kommunu sær ein leigubústað. Tað er serliga millum tey eldru og tey yngru at hetta ynskið ger seg galdandi.  

At fáa fleiri eldrabústaðir er eisini ein liður í okkara eldrapolitikki, at okkara eldru kunnu klára seg sjálvi í einari ibúð, ið hóskar til tørvin, heldur enn í einum stórum sethúsum, sum eru trupul at røkja. Hetta leysgevur eisini fleiri sethús út á bústaðarmarknaðin.

Í løtuni eru tað 4871 borgarar, ið eru 60 +, og ynskið um eldrabústað økist alsamt. Hetta eru eisini viðurskifti, sum eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur eftirlýst.

Í hesi býráðssetu, sum er við at halla, er dentur lagdur á at útvega fleiri umlættingarpláss og búpláss til eldri. Bygdur er nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil, ið stendur liðugur í ár, nýggjur demensdepil á Tjarnargarði, sum verður liðugur um ársskiftið,  og arbeiðið við nýggjum ellis og røktarheimi er farið í gongd.

Tiðin er nú komin at byggja fleiri eldraíbúðir. Umframt at brúka Ellisheimið í W.U. Hammershaimbsgøtu til eldraíbúðir eru onnur øki í kommununi, har tað er upplagt at  byggja eldraíbúðir ella lutabúðir, m.a. á Frúutrøð og á Dalavegnum.

Annika Olsen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo