Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Tá havin verður lúkaður eigur havaburturkastið at verða hildið inni í egnum hava, og skal ikki tveitast á felagsøki. Havaburturkast sæst viðhvørt liggja í fríøkjum, og soleiðis er innflutta garðaskøran farin frá urtagørðum og út í fríøki í kommununi, har hon hevur spjatt seg.

Garðaskøra skal burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast, sum verður brent. Annað havaburturkast kann savnast í ein dunga í havanum ella latast kommunalu endurnýtsluni á Hjalla.

Garðaskøra kann haldast niðri, tá hon fær kapping frá øðrum plantum. Tí eigur mold ikki at liggja ber, og skal helst hava eitt innihald av humus, sum er minst 10-20%, sum ger at gras trívist.

Um grivið verður, eigur at sáast ella plantast á nýggjum, og somuleiðis skulu útstykkingar, vegagerð og gøtur sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu viðgerast við atliti til at varðveita plantuvøksturin í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo