Teir høvdu eina avtalu, John Lennon og Paul McCartney, og hon var, at á øllum sangunum, sum teir høvdu gjørt, stóð bara Lennan-McCartney undir. Rolling Stone hevði "In My Life" sum nummar 23 á listanum yvir bestu sangir í rocksøguni, men hvør skrivaði sangin?
Eftir at Beatlarnir fóru hvør til sítt søgdu bæði John Lennon og Paul McCartney at teir vóru upphavsmaður til sangin, og tí bar ikki til at vita við vissu, hvør teirra nú skrivaði. Men matematikarar halda seg nú kunna siga við rættuliga stórari vissu, at tað var John Lennon.
Teir hava greinað heilar 149 sangir, har tað er alment kent hvør hevur gjørt, og síðani ment eitt matematiskt model sum teir hava brúkt til at greina "In My Life" við, og allur ivi er burtur sum døgg fyri sól: John Lennon gjørdi sangin.
Kelda: NPR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo