Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini tekur Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vinstrumegin, ímóti gávuni frá Jens Peturi Brattalíð, forseta í Lions Suðuroy. Aftan fyri eru Bogi Mortensen, vinstrumegin, Niels Olaf Eyvindsson +i miåjuni, og Martin í Nesi, limir í Lions Á myndini tekur Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vinstrumegin, ímóti gávuni frá Jens Peturi Brattalíð, forseta í Lions Suðuroy. Aftan fyri eru Bogi Mortensen, vinstrumegin, Niels Olaf Eyvindsson +i miåjuni, og Martin í Nesi, limir í Lions

Lions Suðuroy: – Hetta er ein gáva, vit eru serstakliga fegin um.

Tað segði Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá ið umboð fyri Lions Suðuroy vóru á gátt á sjúkrahúsinum hendan dagin við eini peningagávu.

Gávan er upp á 32.500 krónur og hon er til Dialýsudeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Peningurin er úrslitið av eini málningaframsýning, Lions hevði á Jóanssøku við tí endamáli at lata peningin, sum kom inn, til eitt vælgerandi endamál.

Støða varð tikin til, at hesa ferð skuldi tað verða Dialýsudeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum skuldi fáa ágóðan.

Peningurin er markaður til eina serliga vekt, sum er neyðug fyri at kunna geva dialýsu, og sum mátar javnvágina av vesku í kroppinum.

Tey, sum fáa dialýsu skulu vigast áðrenn tey fara í dialýsu og tey skulu vigast aftan á fyri at tryggja, at alt er ílagi.

Tey hava eina gamla vekt, men hon er so ótíðarhóskandi og ring at brúka, at tað hevur hent seg, at dialýsusjúklingur í koyristóli hevur fingið skaða tá ið hann skuldi í vigast.

Tí hava tey ynskt sær eina eina nýmótans vekt, og tað fáa tey nú, takkað verið hesi gávuni frá Lions Suðuroy.

Vektin er bíløgd og hon kemur um einar tvær, tríggjar vikur.

Hanus Toftheyggj, sigur, at hendan vektin fær stóran týdning fyri dialýsuviðgerðina.

Hon er so stór og rúmlig, at ein dialýsusjúklinum í rullustóli kann koyra í vektina og úr henni aftur.

Hon er so framkomin, at allir upplýsingarnir verða skrásettir talgilt og eisini fluttir talgilt yvir í díalýsuapparatið.

Og tá ið vektin ikki er í brúki, kann hon klappast saman og setast fram við vegginum so at hon ikki fyllur so nógv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo