Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuverkið rinda vit øll fyri í felag og eftir førimuni (skatti).

Vit eiga tað øll og njóta gott av tí, ung og gomul, kvinnur og menn. Vit hava sama rætt, um vit búgva í Hattarvík ella Sumba, í Havn ella Mykinesi.

Í ár ríður prísurin fyri føroyinga heilsurrøkt um 1,6 mia (1.600 mió kr).

Norðingar og suðringar hava egin sjúkrahús (KS og SS), men leita til LSH í Havn og øvugt.

Allir føroyingar sleppa til RSH í Keypmannahavn, um okkara heilsuverk ikki røkkur.

3- (ella 4-) býtt sum stjórnarskipanin
Heilsuverkið er tríbýtt, í LSH, KS og SS.

LHS fær 1.000 mió kr játtaðar (íroknað RSH og Psykiatrisku deild).

KS kostar í ár bert uml 110 og SS uml 90 mió kr.

So eru tað kommunulæknarnir, einir 25-30 í tali, sum ikki orka so væl at arbeiða, tí teir fáa bara 1,5-2 mió kr í ársinntøku og hava ov lítla frítíð.

Hetta heilsuliga 3-4-býti er ikki ólíkt okkara stjórnarskipan.

Vit hava í politikki eisini eitt sonevnt ‘4. Statsvald’, fjølmiðlarnar.

Men tað er ikki so neyðugt, tí antin sita okkara ‘journalistar’ á Løgtingi ella í Landstýri, eftir at hava lisið tíðindi í KvF ella í vinstrahallu miðlunum fyrst.

Politiskir aktivistar (‘journ(sos)alistar’) til síðsta mann/kvinnu.

Peningur sum vatn í á
Nú hava tey øll somul, innan- sum uttantings, skipað sosialistiska samgongu.

Tvey landstýrisfólk í Vági og seks í Havn. Øll hava til uppgávu at býta skattapengar út.

Heilsuverkið er næstan ógegnigt, tí tað eigur tvey umboð í landstýrinum.

Ruth Vang ljósmóðir valdi politikk fram um størst gjørligt burðaravlop.

LHS hevur ein ‘agent’ aftrat Ruth í síni ‘5. kolonnu’, eina sjúkrasystur.

Margit Stórá kann takka KvF, Xi Jin-ping og Covid-19 fyri sína kometkarrieru.

Kaj Leo játtaði 1 mió kr meir, hvørja ferð ein nýggj hemorida kom í ljósmála.

Játtanin til Heilsuverkið øktist 300 mió kr í farna valskeiði.

Men tað verður sum lummaull, tá Ruth og Margit hava sitið í landstýri til 2027.

Dávid móti Goliat
Sjúkrahúsið í Suðuroy hevur fingið góðan frið, tí Javnaðurin hevur vart tað.

Men Klaksvíkar Sjúkrahús hevur søguliga stríðst meiri við yvirvøldina.

Í 1950-árunum løgdu danska og føroyska læknafelagið saman við føroyska og danska embætisveldinum upp ráð við at bannlýsa ein danskan lækna, Olaf Halvorsen, tí hann skyldaði 641 kr í sakarmálskostnað.

Tá varð ‘kríggj’, og Goliat í Havn/Kjøpinhavn mundi fingið lívið av Dávid.

Løgtingsins játtan til KS var eini 20%, men nú bert eini 10% av játtanini til LSH.

Gávumildir norð- og eysturoyingar
Líka langt er nú úr Havn til Klaksvíkar sum hin vegin, góður hálvur tími í bili.

Nú er stytri úr Eysturoynni til Klaksvíkar enn til Havnar.

Føroyar eru fjølbroytt land við ymsum fólka-, bústaðar- og vinnumynstri.

Í landnyrðings-Føroyum (Eysturoy og Norðoyum) búgva eini 15.000 fólk, t.e. 25% av øllum (56.000) føroyingum.

Men hesi 25% av Føroya fólki framleiða eini 65% av landsins útflutningsvirði.

Nú hava nakrir vinnlívsmenn í Eystur- or Norðoyum boðið føroyingum ein MR-skannara sum gávu.

Teir hava skotið upp, at hann verður settur á KS.

Íløgan (gávan) sigst kosta einar 15 mió kr.

Raksturin krevur eyðvitað nøkur serkøn fólk til at arbeiða við framkomnu tólunum.

Tey skuldu ikki verið trupul at funnið, tí 1.400 fólk starvast í Heilsuverkinum.

Landstýrið himprast at taka ímóti
Ein MR-skannari hækkar ivaleyst viðgerðarstøðið í Føroyum.

Men Ruth ljósmóðir og Margit sjúkrasystir himprast við hesa stórfingnu gávu.

Tær ynskja eina serkøna nevnd at kanna, hvussu MR-skannarin gagnar best.

Løgið við kanning, tí Tryggingarsambandið, Fiskasølan og Sjóvinnubankin hava fyrr givið LHS skannarar, ið kostaðu gevarunum lutfalsliga meiri tá enn hesin MR-skannarin nú.

Tað er kapitalisman, ið ger øll ting bíligari (enn kostnaðin av tí almenna).

Tá var eingin serkøn nevnd sett, men LSH beyð sjampanju og kransakøku.

Nú ljóðar, at Novo Nordisk skal forera LHS eina rannsóknarstovu fyri 200 mió kr til at granska føroyskar ílegur.

Hvussu stórur verður eykakostnaðurin? Men tá er tað LHS og danskir pengar.

Tá smella sjampagnuproppar upp undir loft, og ‘pinnamatsbrigadan’ smílist úr oyra í oyra og nikkar sum dunnusteggjar.

Sammett við H-bygningin
15 mió kr er ein stórfingin gáva frá gávumildum vinnulívsmonnum.

At onkur fuglfirðingur er millum gevararnar, rørir ikki Margit Stórá.

Hon leggur vertin á vinnulív, men gjarar skattin úr Fuglafirði út til øll fólk (serliga tey) við ryggsekki, skúlataskum, teldumappum og í hvítum kitlum.

Annars eru gávumildni og takksemi jødisk/kristnar dygdir.

Tað er betri at geva enn at fáa, er bíbilskt og gamalt

Ótakksemi er ein ódygd eftir somu siðvenjum.

Men slíkt leggur Margit Stórá vertin á.

Politikarar, ið nú krevja kanning av MR-skannaranum, hava latið standa til, so føroyski skattgjaldarin nú noyðist at rinda 900 mió kr fyri H-bygningin á LHS, ið vit fyrst fingu at vita frá serkønum skuldi kosta 300 mió kr at byggja.

So fúlt fíggjarligt ósketni hevði KS ongantíð kunnað kosta samfelagnum.

600 mió kr í meirkostnað svarar til prísin á 40 MR-skannarum.

Tað er ósmæðið, ja frekt av hesum politikarum at havna eina persónliga gávu sum hesa til at bøta heilsustøðuna hjá føroyingum.

Ósømiliga politiska viðferðin móti gevarunum er ikki lokalpatriotisk, men lokalidiotisk.

Sosial ónøgd við javnstøðuna
Tað er hugvekjandi, at hesi ótakkargølu um MR-skannaran á baki kom ein kanning um javnstøðu.

Hon vísir, at sosialistar, t.e. veljararnir hjá samgonguni, eru misnøgd við gongdina í javnstøðumálum.

Borgarlig fólk sum heild halda, at gongdin í javnstøðu er á leið.

Fleiri kvinnur kundu kanska verðið valdar á løgting og í býráð, men tað kann ikki bert leggjast monnum til last.

Tað má demokratiið við tess valfrælsi greiða.

Borgarlig fólk halda, at tað gongur framá hjá serliga kvinnum, ið nú fáa 2/3 av øllum miðal og hægri prógvum og tí eisini størvum.

Vinstrahall halda tað ikki vera nóg mikið, at øll fólk hava sama rætt undir somu lógum og reglum til somu møguleikar í lívinum.

Nei, sosialistar vilja, at øll fáa sama rætt til somu úrslit í inntøku uttan mun til útbúgving, dugnasemi, slag av arbeiði, arbeiðstíð, ágrýtni og avrik.

Hetta sjónarmið er himinrópandi skeivt og órættvíst.

Henda misnøgdarkanning passar sum fótur í hosu tí skemdarviðferð, sum sosialistiska landstýrið vísir teim vinnulívsmonnum í landnyrðings-Føroyum, ið bjóða øllum føroyingum betri tekniska útgerð til at skanna øll fólk.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo