Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiska olju- og gassfelagið Gazprom fer at skrúva fyri gassveitingini til Týsklands, fyribils í tríggjar dagar, tí neyðugt er at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði uppá gassleiðingina, sigur felagið.

Talan er um Nord Stream 1 gassleiðingina, og hetta kemur eftir, at gassveitingin longu er minkað sera nógv seinastu tíðina, so hon nú bert er ein brotpartur av tí, hon plagdi at vera.

Týskland er sera bundið av russiskum gassveitingum, ikki minst tí nógv húsarhald brúka gassið til at hita íbúðirnar.

Týskir politikarar siga, at Russland roynir at revsa Týskland, sum hevur sett tiltøk í verk ímóti Russlandi síðani álopið á Ukraina. Russland sigur, at viðlíkahaldsarbeiðið fer at taka longri tíð enn vanligt, tí tiltøkini ímóti Russlandi gera, at tað er trupult at skaffa eykalutir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo