Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyar eru í styrkisbólki B í báðum aldursbólkunum - Mynd: UEFA

Føroyar eru í styrkisbólki B í báðum aldursbólkunum - Mynd: UEFA

Føroyar eru í styrkisbólki B í báðum aldursbólkunum - Mynd: UEFA

FSF: EM undankappingarnar hjá U17 og U19 landsliðunum við gentum eru nú skipaðar í eina A-deild og eina B-deild, soleiðis at liðini verða bólkaði saman við londum úr somu styrkislegu. Í dag var lutakast til EM undankappingarnar, sum verða spældar í báðum aldursbólkunum í november.

U17 landsliðið kom í bólk B3 saman við Kroatia og Bulgaria. Kappingin verður spæld í Bulgaria í døgunum 9.-15. november, og føroyska liðið spælir fyrst móti Kroatia 12. november og síðan móti Bulgaria 15. november.

U19 landsliðið kom í bólk B3 saman við Litava, Liktinstein og Íslandi. Kappingin verður spæld í Litava, og leikskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

8. november: Føroyar – Litava
11. november: Føroyar – Ísland
14. november: Føroyar – Liktinstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo