Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Rørslutarnað og busssteðgistøð

Spurningar:
1. Hvussu gongur arbeiðið at gera busssteðgistøðini í Føroyum klár til nýtslu hjá rørslutarnaðum?

2. Er tað sambært lóg og reglum, at rørslutarnað ikki sleppa at koyra við Bygdaleiðum, um vindmegin er omanfyri 15 m/sek?

3. Er tað í lagi, at vit í Føroyum gera mun á borgarum eftir vindstyrki?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at finna eina loysn, so allir borgarar eru javnsettir at nýta almennu bussleiðirnar?

Viðmerkingar:
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur, at koyristólsbrúkarar ikki kunnu brúka bussleiðinar, tá vindmegin er omanfyri 15 m/sek.

Hetta merkir, at eingin við rørslutarni kann brúka Bygdaleiðir meginpartin av vetrarhálvuni, tí tá er vindmegin omanfyri 15 m/sek dagliga.

Tí er viðkomandi at spyrja, hví mismunur verður gjørdur á fólki í almennu busstænastuni.

Umstøðurnar gera, at m.a. skúlanæmingar við rørslutarni mugu koyrast til og frá skúla við privatum bilum. Vinir, kenningar og familjan mugu traðka til. Í einstøkum føri hevur skúlin syrgt fyri koyring til og frá skúlanum.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur landstýrimanninum.

Á Løgtingi, 25. mars 2022
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo