Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dokumentarrøðin hjá skandinavisku kringvørpunum avdúkar nógv. Men hví skifta so fáir føroyingar orð um hana?!

Tað er ongin ivi um at Russar virka uppá ein annan hátt enn restin av europa. Í 2016 var eg saman við fýra vinfólkum í Russlandi og ferðaðist. Har hevði eg nakrar løgnar upplivingar. 

Áðrenn eg fór, hugdi eg eftir eini seriu á YouTube um fallið hjá USSR. Eg náddi ikki at síggja tveir teir seinastu partarnar. Eitt kvøldið í Russlandi vildi eg hyggja víðari. Men tá fann eg ikki seriuna; hóast eg leitaði uppá allar hugsandi mátar. Eg hugsaði ikki meira um tað. Men tá eg var komin aftur til Føroya: "hokus pokus" nú var serian aftur at finna. 

Og so komu vit inn á reyða torgið í Moskva, og knappliga, so blivu allar okkara fartelefonir "pist vekk" í hálvan minutt. 

Í Sankta Pætursborg sóu vit, at ein bilførari varð steðgaður av ferðslupolitiinum. Mitt á gøtuni síggja vit síðani, at bilførarin gevur polititistunum pengar og so koyrdi bilførarin víðari. 

 Vónandi kunnu hesi dømir lata eyguni upp fyri at okkurt er ravruskandi galið í Russlandi. Men aftur til sjónvarpsrøðina, sum eg haldi fáir føroyingar umrøða. Her siga nógv fólk, at tólið, ið sást í dokumentarrøðini “siponkrigen” var ein vanligur gamal VHF. Men her má eg minna á orðini hjá Kierkegaard : "tað ytra er ikki altíð tað innara". Tvs í hesum førinum : tað ber væl til at óvanligir komponentar eru inní!!!!! So hetta er ein vánalig detalja at kolldøma seriuna útfrá. 

Hví eru nógv í Føroyum mistonkilig yvir fyri kritikkinum ímóti Russlandi.

Er tað tí, at Russar gjalda nú nógv av peninginum, ið blokkurin fyrr gav okkum?! Hesir russisku judaspengar floyma jú inn í Føroyar uppá nógvar mátar. Til dømis. Sum sonur til ein Havnafúta veit eg at losing og bryggjuplass pr m kosta nógvar pengar. Og so kann man bara lata eyguni upp fyri, hvussu nógvar pengar Runavíkar Kommuna skolvar inn. 

Ella er tað tí at nationalisman ger at Aksel V Johannesen úttalaði seg nakað soleiðis herfyri: "Okkara støða til Russlandsviðurskiftini verður tikin útfrá hvat er best fyri Føroyar". Og hvat so við etikskum almentgaldandi princippum. Og hvat so við at Føroyar liggur á eini felagsjørð (orð hjá Hannah Arendt). Eg vóni at føroyingar hyggja og samskifta um sjónvarpsrøðina. Og síðandi at fleiri og fleiri fáa eyguni opnaði fyri at Russland ikki hevur sama demokratiska og rættarliga fokusið til at stýra teirra landið og hvussu teir virka í altjóða høpið. 

Slava Ukraini! 

Jóhannes Miðskarð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo