Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: 31. mars 2023 setti Bárður Á Lakjuni, løgtingsmaður, landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum ein §52a skrivligan fyrispurning viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi.

Í svari sínum dagfest 13. apríl 2023 heldur landsstýrismaðurin fast um, at øll foreldur at børnum undir 18 ár við Down syndromi hava fingið – og fáa – hjálp og vegleiðing.

Herfyri kom annars fram í eini samrøðu, sum Kvf hevði við eina mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og hvønn stuðul foreldur fáa í boði.

Tað gekk bara ein dagur ella tveir, so komu fleiri mammur fram við somu søgu: Sernám ger mun á tilboðum til børn við Down syndromi.

Síðani eru fleiri líknandi frásagnir komnar undan kavi, serliga gjøgnum facebook-bólkin «Sernám ger mismun».

Har eru fleiri dømi um manglandi ella als onga hjálp – eisini í mun til børn við øðrum avbjóðingum enn Down syndromi. Hetta er sera álvarsamt, og tað stríðir beint ímóti tí, sum stjórin á Sernámi alment hevur ført fram fleiri ferðir, og sum landsstýrismaðurin somuleiðis førir fram í svarinum upp á §52a fyrispurningin hjá undirritaða.

Alneyðugt er at fáa hesi viðurskifti lýst nærri, tí talan er um okkara mest viðbreknu borgarar og avvarðandi teirra. Undirritaði undrast stórliga á, at útsagnirnar og veruleikarnir eru so ómetaliga ymisk. Í roynd og veru kann sigast, at við útsagnunum hjá leiðaranum á

Sernámi og landsstýrismanninum, ja, so verða foreldrini løgd undir at siga ósatt.

Tískil setti Bárður á Lakjuni í gjár landsstýrismanninum hesar spurningar í §53 skrivligum fyrispurningi, ið varð lagdur fram í dag:

1. Sambært svarinum frá landsstýrismanninum upp á §52a fyrispurningin hjá undirritaða, so hevur Sernám møguleika at arbeiða við fleiri ymiskum málmenningaramboðum. Hvørji eru hesi?

2. Kann landsstýrismaðurin veita trygd fyri, at øll fáa ta hjálp og vegleiðing, tey hava rætt til og tørv á?

3. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt aðrar partar enn Sernám, tá útsagnirnar frá pørtunum eru so ymiskar? Tað kundi m.a. verið Javni, ið er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra

4. Metir landsstýrismaðurin, at tey foreldur, ið siga seg ikki hava fingið nøktandi hjálp og vegleiðing, siga ósatt?

5. Áttu mannagongdir og arbeiðshættir hjá Sernámi at verið eftirmett?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo