Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú valhøllini lata upp, fari eg enn einaferð at heita á teg um at velja Miðflokkin. Ein flokk, sum hevur ein tryggan politik, sum skiftandi tíðarrák ikki broyta.

Óivað er tað hetta føroysku ungu hava fingið eygu á- og ynskja, tí ongantíð áður hevur Miðflokkurin fingið so nógvar áheitanir frá ungum, sum vísa flokkinum teirra stuðul.

Fríggjadagin seinnapartin vóru vit floksformenn á politiskum fundi á Miðnám á Kambsdali. Áðrenn fundin høvdu tey ungu valt millum flokkanar. Miðflokkurin fekk 7,2 %. Aftaná politiskt kjak í trý korter valdu tey ungu aftur, tá valdu 12,4 % Miðflokkin.

Av sonnum ein gleðilig framgongd.

Eg vænti orsøkin er, at tey ungu áðrenn fundin valdu út frá tí, onnur siga, at Miðflokkurin sigur og ger, meðan tey aftaná valdu út frá tí, Miðflokkurin veruliga sigur og ger.

Mín aheita og bøn til tín er: Ger sum tey ungu- vel Miðflokkin! Og hjálp okkum við at biðja onnur gera tað sama!

Takk fyri.

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo