Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Leingi hava børn, foreldur, lærarar og onnur havt eitt stórt ynski um at fáa eitt fullgott, kveikjandi og lokkandi útiøki í Skúlanum á Giljanesi  við góðum spæliplássi. Eitt nýmótans spælipláss við góðum undirlagi har børn kunnu spæla og mennast bæði sosialt og motoriskt.

 

Vága Kommuna hevur eftir áheitan frá Skúlanum á Giljanesi og skúlastýrinum á vári 2019 samtykt at seta gongd á arbeiðið at gera eitt fullgott stórt spælipláss uttanfyri skúlan á Giljanesi.

 

Vága Kommuna hevur arbeitt við ætlanini við spæliplássinum síðani seinasta summar. Spæliplássið verður gjørt í samstarvi við skúlan á Giljanesi, skúlastýrið, Innsport og SNA og Áni Winther arkitektum.

 

Tað er Innsport, saman við SNA og Árni Winther arkitektum, sum standa fyri arbeiðnum.

 

Nú er ætlanin fyri spæliplássið gjørd. Í mai byrjar arbeiðið at gera eitt nýmótans spælipláss uttanfyri nýggja skúlan á Giljanesi.

 

Í samstarvi við Innsport eru vit tryggjað, at tilmælini til trygdina verða hildin.

 

Spæliplássið kemur at liggja niðanfyri nýggja skúlan á Giljanesi. Gummibetong við litspæli verður lagt á spæliplássið. Ynski var at spæliplássið skuldi verða serliga innbjóðandi til næmingarnar í 1. - 6. flokki, soleiðis at hesi, í størri mun, verða eggjað út at spæla og røra seg í fríkorterunum. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt tá skúlin byrjar aftur í august.

 

Spæliplássið er hugsað sum ein natúrligur partur, tá skúlin á Giljanesi verður útbygdur. Sostætt er spæliplássið fyrsta stig í eini størri ætlan fyri Skúlan á Giljanesi.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo