Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at býráðið í kvøld endaliga hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd.

Tá tað í heyst varð farið undir at skipa útstykkingina oman fyri Argjahamar, tá var hægsta raðfestingin at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum. Yvirskipaða skipanin av økinum er nú liðug.

Tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið at fáa lagt vegin rætt, og er fyrsta strekkið av vegnum nú liðugt projekterað og klárt at bjóða út. Talan er um vegastrekkið frá rundkoyringini á Argjahamri og út til vegin hjá festaranum út í grótbrotið á Glyvursnesi.

Strekkið, sum verður boðið út, er umleið 600 m. Hetta verður ein sambindingarvegur í útstykkingini, sum hinir vegirnir knýta seg í, og útfrá teimum verða so áleið 200 bústaðir og barnagarðurin knýttir í.

Ætlanin er at fara undir framhaldandi projekteringina av útstykkingini beinanvegin, soleiðis at tá sambindingarvegurin, sum nú fer í útboð, er liðugt bygdur, so er klárt at fara undir írestandi vegir og fyri síðani at bjóða øki til bústaðarbygging út.

Til hesir arbeiði verður mettur ein fíggjarligur tørvur á 6 miljónir, har umleið 4 miljónir fara til bygging av sambindingarvegnum og 2 miljónir fara til framhaldandi planlegging og projektering av útstykkingini.

Tilmæli frá tekniska stjóra, býarverkfrøðinginum og býararkitektinum var at heimila umsitingini at bjóða sambindingarvegin út og at gera sáttmála við vinnandi arbeiðstakaran.

Harumframt at heimila umsitingini at halda fram við projekteringini av útstykkingini, og at játta neyðugu upphæddirnar.

Hetta varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Málið varð eisini einmælt samykt í býráðnum í mars og varð endaliga samtykt við aðru viðgerð í kvøld.

Býráðsfundur [beinleiðis]

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo