Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undir Svínaryggi í Havn hvíla fleiri av okkara forfedrum undir grønu torvu.

Tey livdu kargt, hart og stutt, tey flestu mest av gudstrúgv og næstrakærleika.

Óli Jacobsen hevur lýst so væl og vakurt lívið hjá fleiri teirra.

Frætti tí við sorg um brúktar narkonálir í gamla kirkjugarði í Havn í Føroya søguliga størstu vælferð.

Er tað eitt tíðarinnar tekin, nú Føroyar annars hava so gott viðrák og blíðan byr?

Orðatakið at ‘sterkur ryggur krevst til at bera góðar tíðir’ er ein dapur sannleiki, ið byggir á drúgvar mannaroyndir.

Slepst ikki undan, at yvirflóð moyrkar ryggin, og mótburður styrkir hann?

Anna Frank skrivaði í síni dagbók, at ‘Lagna menniskjans hvílir ikki á vælferð og veldi, men á karakteri og dygd hins einstakra.’

Hugsi ofta um, hvussu dapri spádómur Oswald Spenglers kildi niður eftir bakinum á okkum næmingum í Realskúlanum, tá vit lósu, at hann longu fyri øld síðan sá fyri sær ‘undirgang kvøldarlandsins’ (t.e. undirgangin hjá øllum Vestanlondum).

Føroyar frægari fyri enn onnur
Føroyar eru enn eitt samansjóðað land við sterkum familjum og sosialum bondum.

Higartil hava føroyingar trúð á jødisk/kristin lívsvirði sum gudstrúgv, persónsfrælsi og ábyrgd av sær og sínum, landi og fólki.

Okkara samleiki bygir enn á átrúnað, familju, móðurland og alsk til mál og mentan.

Onnur samfeløg hava leingi liðað seg sundur og eru nærri upploysn enn vit.

‘Øll stórveldi í søguni hava beint fyri sær sjálvum.' (Arnold Toynbee).

‘Flestu stórveldi hava nælt, blómað og eru følnað eftir uml. 250 árum.’ (Glub Pasha)

USA var stovnað sum tjóð í 1776 og fyllir 250 ár í 2026.

Ilt er at sammeta Føroyar við stórveldi, men vesturlendsk lyndiseyðkenni og hugburður í okkum øllum munu ikki vera ólík frá landi til lands, størri sum smærri.

Vit plaga at siga, at einki land verður hertikið uttaneftir, ið ikki fyrst er fúnað innan.

Wall Street Journal boðar ikki frá góðum
Ein grein í álítandi amerikansku avísini, Wall Street Journal, fall nógvum fyri bróstið.

Fyrst stóð, at miðal livialdurin í USA er fallin niður í 74,6 ár, tað lægsta í 25 ár.

USA er fallið frá at vera millum heimsins fremstu í miðal livialdri niður í nr. 29.

Fólk í Evropa (t.m. í Føroyum) og fleiri í Asia liva til 82 - 84 ár í miðal.

Heilsustovnurin í USA, CDC, ið hevði ábyrgd av 1,3 mió deyðsføllum við (og ikki av) Corona 2020-2022, gevur eisini COVID-19 skyldina fyri lægri livialdurin.

Tey flestu doyðu av ellisbrekum, uml. 80 ár í miðal, og nærum eingi yngri enn 60 ár.

Politiskur, vinnuligur og sosialur ruðuleiki við gøtuófriði vóru í Dem. statum í 2020.

CDC gevur eisini 50% øking í yvirdosum av fentanyli skylduna fyri lækkandi miðal livialdur fyri tey 120.000, ið doyðu í fjør 18-40 ára gomul.

Fentanyl kemur úr Kina og fossar inn í USA um Mexico-markið við 7 mió ólógligum analfabetiskum landastrokum úr heimsins avkrókum, síðan Biden gjørdist forseti.

Broyttur hugburður síðan 1990-árini
Amerikanski hugburðurin (og/ella hagtøl) er ikki til at kenna aftur farnu 25-30 árini.

Lívsvirði                 2023                                                             1995
Tjóðskaparkensla      38%                        (eftir persónl. týdningi)    70%
Gudstrúgv                39%                                                              62%
Ynskja at fáa børn    30%                                                               59%
Gift fólk (25-54 ár)    51%                                                (hagtøl)  67%
Fødd børn                56 (pr. 1.000 kvinnur)                                     71
Fødd børn                40%                           við ógiftum møðrum)     29%
Sjálvsnøgdsemi        91%                              (eftir persónl. týdningi) ?
Pengar sum lívsmál  90%                               (eftir persónl.týdningi) ?

Kanningin vísir, at tjóðskapur, átrúni, familja, og børn sum lívsmál víkja skjótt.

Men sjálvsnøgdsemi, sjálvsøkni, pengar og lívsnjótan her og nú eru nógv økt.

Man hugburðurin hjá Føroya ungdómi ikki fara at líkjast tí omanfyri nevnda?

Vit fáa sama andligan rakkost, ómentan og sjálvsøkni úr snildfonini sum øll onnur.

Eftirspurningurin eftir sálarfrøðiviðgerð, mest hjá ungum, veksur í himmalflukt.

Onnur dømi um hagtøl undir Biden
Kina stormar og sníkir seg fram hernarliga við risa ferð á landi, sjógvi og í luftini.

Amerikanska hermegin viknar stútt á øllum økjum, og fær nú bert 3% av BTÚ (móti 6% fyri 30 árum síðan).

Biden stjórnin hevur hartað Pentagon og mannað hermegina við yvirmonnum (-kvinnum) við tí endamáli at stríðast móti rasismu, sexismu, homofobi, hvítum mansræði, transfobi og móti heimsins størstu hóttan, ið er veðurlagsbroytingar?!

Ungir amerikanar hava mist álitið á landsins verju, ið nú er 30% undirmannað.

8.000 hermenn (og –kvinnur) bíða nú eftir at fáa ókeypis viðgerð til kynsskifti!

30% av øllum 18-30 ár eru ov feit/ir at klára upptøku- og venjingarkrøvini.

Skjótast vaksandi heilsuviðgerð í USA er at skifta kynsgøgn út hjá fysiskt ‘frískum’ fólkum heilt niður í skúlaaldur, sum feila meiri millum oyruni enn millum lørini.

Hjá teimum hormon- og skurðviðgjørdu kemst ikki aftur umaftur, og upp móti 40% gera sjálvmorð.

Við Biden á odda esjar USA oman eftir glíðibreytini móti Gomorah.

Brotsharkalið og bananlýðveldi hjá Biden
WSJ skrivar, at talið á amerikanskum herskipum og hernarflogførum minkar stútt.

Joe Biden, størsti skaðin og hóttan fyri USA (og harvið allan Vesturheimin), stillar uppaftur til forsetavalið í 2024, tá 82 ár og longu nú avdeyði í barndømi.

Móti Donald Trump vinnur Biden valið. Tí skulu Reps. stilla Ron deSantis upp.

Gongst sum væntað, svika Demokratarnir aftur í 2024 (eins og í 2020 og 2022 (miðvalið) við miljónum av óumbidnum ‘brævatkvøðum’ uttan avsendara.

Tað gera teir í øllum ‘bláum’ (Dem) statum og ‘svingstatum’.

Republikansk valdømi atkvøða valdagin og eru liðug at telja atkvøður valkvøldið.

Men Dem. statir atkvøða í mánaðir undan og telja upp í 14 dagar eftir valdagin.

Í USA lóggevur nevniliga hvør statur sær og umsitur uppteljing til øll politisk val.

USA var heimsins sterkasta fólkastýri áðrenn Biden, men er nú eitt ‘bananlýðveldi.’

Gud náði okkum Vesturlendingar, tá tann av Kinakommunistum keypta, mutraða og korrupta Biden-familjan og Demokrat brotssyndikatið í USA hevur svikað seg til alt politiskt vald og gjørt USA til eina einflokka sovjet-republikk í 2028.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo