Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: - Fleiri tvískattaavtalur skulu m.a. vera við til at geva føroyingum og vinnuni betri virkisfrælsi og eina betri kappingarstøðu uttanlands. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum legði uppskotið fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar. 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum. Føroyar hava í dag einans 8 tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økja um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmark hevur fleiri enn 70 tvískattaavtalur við onnur lond.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið samskipaðu í 2021-2022 arbeiðið í Vakstrarforum, har endamálið var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.

Úr frágreiðingini frá Vakstrarforum “Vakstarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum” er enn eitt tilmæli komið um at arbeiða fyri, at Føroyar fáa tvískattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir. 

Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum, og málið bleiv samtykt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo