Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í morgun bjóðaði Dagstovnurin Undir Brúnni morgunmat í sambandi við, at Gísla Poulsen hevur 20 ára starvsdag í dag.

- Hon hevur verið 20 ár á stovninum og er kend av øllum samstarvsfeløgunum fyri at vera loyal um ein háls.

- Og tá mann hevur 20 ára starvsdag, so prógvar tað, at mann ikki bara er loyalur móti starvsfólkunum, men eisini móti stovninum sjálvum.

- Gísla er kend fyri at vera sera dugnalig til sítt arbeiði, at vera røsk og frísk og sera hjartalig. Eitt annað, hon er kend fyri, er at flenna sera nógv - og hart!

- Sum nakað serstakt er Gísla sera álítandi og leiðsla og starvsfólk eins og foreldur kunnu altíð rokna við henni.

- Hon er sera semjusøkjandi og hevur tískil eisini verið álitisfólk í mong ár.

- Og best av øllum - Gísla møtir frísk og glað til arbeiðis hvønn einasta dag, og er tískil nógv umhildin og elskað av bæði børnum og vaksnum, segði borgarstjórin m.a. í morgun, áðrenn hann takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Gíslu blómur frá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo