Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingarnáttum á gistingarhúsunum slakar 72-túsund, samanborið við góðar 138-túsund sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við sløkum 67-túsund ella 48%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, men tað hevur verið frægari síðani juli og er á áleið sama støði sum fyri 5-6 árum síðani.

Eftir bústaðarlandi var minsta minkingin hjá fólki, búsitandi í Føroyum, við 11%. Síðani vóru gistingarnar hjá fólki, búsitandi í Danmark, 22% færri enn sama tíðarskeið í fjør. Størsta minkingin var hjá fólka, búsitandi í øðrum londum.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo