Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-184/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um gjaldportur.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at gjaldportur eru ella verða sett upp í føroysku náttúruni?

2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við gjaldportrið, sum er sett upp í Saksun?

Til nr. 1:
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at skipanir við gjaldportrum eiga at verða settar upp í føroysku náttúruni.

Til nr. 2:
Viðvíkjandi gjaldportrinum í Saksun, so er støðan tann, at galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina (t.e. rondin á landi, ið myndar markið millum land og sjógv), og vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast.

Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini.

Út frá hesum ber tí eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.

Áhugavert hevði tí verið at roynt málið í rættarskipanini, men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki gjørt.

Orsøkin er tann, at saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar arbeiðir landsstýrismaðurin í løtuni við at finna eina loysn á málinum um skipaða gongd í haga.

Í hesum sambandi verður spurningurin um gjaldportur í náttúruni – eisini tað í Saksun – viðgjørdur og vónandi loystur.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 11. mai 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo