Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til tín sum lesur á Glasi.

Til tín, sum er í ferð við eina miðnámsútbúgving .

Og til tín sum ætlar tær at lesa víðari í Danmark.

Tú lesur ókeypis á einum donskum skúla.

Hví?

Jú, tað er bara tí at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Tað gloyma vit ofta.

Loysingarflokkarnir fortelja okkum, at vit kunnu halda áfram at lesa, av tí at vit hava norðurlendskar AVTALUR.

Men minst til. Hetta eru bara AVTALUR/ kvotur, sum allatíðina kunnu broytast.

Til dømis fyri norsk læknalesandi í Danmark.

Vit føroyingar hava ein grundlógartryggjaðan rætt at sleppa í danskar skúlar.

Á jøvnum føti við danir.

Tað ger ALLAN MUNIN.

Ókeypis.

Og vit mugu heldur ikki gloyma, at føroysk lesandi fáa góðar 6000 kr um mánan í SU.

Føroysk lesandi í Danmark búgva eisini í bíligum lestraríbúðum.

Og fáa føroysk lesandi børn í lestrartíðini, ja so sleppa tey ókeypis í barnagarð.

Hetta kemur ikki úr leysum lofti. Hetta ber til, av tí at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Val til fólkatingið, og val til løgtingið, er ikki sama val.

Tað er ikki líkamikið hvønn flokk tú velur.

Jákup Fróði Djurhuus
Sambandsflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo