Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni komandi mánaðin. Í hesum sambandi vóru Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV og hildu fyrilestrar fyri næmingum og lærlingum, sum ganga á 2. skúlaskeiði, mánadagin 16. mai.

Fyrilestrarnir vóru startskotið til 2 evnisdagar um grøna orkuskiftið, sum verða í næstum. Magnus Rasmussen innleiddi og tosaði um visiónirnar hjá samgonguni innan grøna orkuskiftið. Fyrilesturin hjá Terja Nielsen snúði seg um Føroyar og grøna orkuskiftið – um leiðina til einar “grønar” Føroyar í 2030.

Møguleiki var at seta spurningar og vóru tað fleiri, ið nýttu høvi og settu viðkomandi spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo