Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað varð ein ordans jólagáva starvfólkini hjá Bakkafrost í Suðuroynni fingu. Ríkasta fyritøkan í Føroyum hevur valt at framskunda jólaferiuna og senda øll starvsfólkini í fiskavirkisskipanina, sum gevur starvsfólkunum lítið og onki at halda jól fyri og liva fyri restina av árinum.

Ilt er at fáa eygað á menniskjaliga samhaldssinnið fyri hesu fólk í Suðuroynni, sum eru við til at geva Bakkafrost, 300 - 400 mio kr árliga.

Jólaboðini vóru ikki tespilig; ikki veður at fáa tykkum laks suður at arbeiða! – farið heim til einaferð næsta ár og haldið jól við ALS, sum slett ikki er nøktandi!

Hetta er tann ráða kapitalisman, við lítlari virðing fyri fólkinum, sum halda fyritøkuna koyrandi. Bakkafrost hevur væl og virðiliga ráð til, at halda teimum í arbeiði og givið hesum fólkum løn árið út.

Hetta ber ikki til. Um tílíkar fyritøkur ikki vilja vísa størri samfelagssinnið, má politiska skipanin endurskoða, um tær skulu varðveita hendan einkarrættin. Hendan einkarættin til allar firðirnar í landinum, sum allir føroyingar eiga! Og sum geva teimum milliarda yvirskot ár um ár, sum í stóran mun verða sendar av landinum.

Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo