Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Krabbameinsfelagið: Tá ið samráðingar vóru um nýggja samgongu, heitti Krabbameinsfelagið á forfólkini í politisku flokkunum at fáa við í samgonguskjalið, hvussu tilmælini í nýggju krabbameinsætlanini skulu verða sett í verk.

Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri eisini, at av Norðurlondum eru vit eftirbátar. Bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.

Tí gleðast vit í Krabbameinsfelagnum um, at samgongan er samd um, at átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast. Og at tað eisini er nevnt, at bíðitíðin til útgreining skal verða stytt. Eins og bíðilistarnir í heilsuverkinum yvirhøvur.

Vit ynskja samgonguni, og ikki minst Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, blíðan byr og hegni í arbeiðinum at røkka tí, sum samgonguskjalið gevur lyfti um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo